|
9. novembur 2011
Fingrarnar vekk ......
Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum
Jørgin Niclasen og løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hava í útvarpstíðindunum og í Degi og Viku í gjár staðfest yvir fyri Føroya fólki, at tað er fullkomiliga líkamikið, um eftirlønaruppsparing verður skattað við inngjaldi ella við útgjaldi! Tað hava serfrøðingar sagt teimum ... Serfrøðingar, sum fakfeløgini hava verið í samband við, siga, at tað er ikki líkamikið! Í veruleikanum er tað óinteressant, hvør ið hevur rætt. Tað týdningarmesta er, at vit framhaldandi halda fast við og gera púra greitt, at politikarar hava als einki at gera við okkara sáttmálaásettu pensjóns- og lívstryggingar, og skulu tí heldur ikki røra tær. Vit hava fríar sáttmálasamráðingar, og í sambandi við tær taka fakfeløgini støðu til, hvussu stóran part av karminum vit brúka til pensjón. Í sáttmálanum stendur eisini, hvønn grunn ella hvat felag vit rinda til, og við hesi gera fakfeløgini so avtalu um ymisk ting. Verður tað nú veruleiki, at politikarar fara inn at pilka við tær avtalur, ið eru gjørdar, er hetta so stórt inntriv í okkara tryggleika, at vit kunnu als ikki kenna okkum trygg við, at politikarar ikki um fýra ár ella seinni fara innaftur at pilka við eitthvørt í hesum avtalum, sum pensjóns- og fakfeløg hava.
Jørgin førdi á middegi í gjár fram, at ætlaðu inntrivini als ikki fara at ávirka einstaka pensjónsuppspararan. Hartil er at siga, at Jørgin veit ikki, hvussu framtíðin fer at síggja út. Við vanligum sunnum fornufti ber tó til at siga, at um fortreytirnar at reka pensjónsfeløg broytast, og um fortreytirnar hjá politikarunum at reka hetta samfelagið um 30 ár broytast, skal tað vera sera løgið, um hetta als onga ávirkan fer at hava á einstaka pensjónsuppspararan um 30 ár.
Jørgin var á middegi í gjár eisini so besnissaður enn einaferð at føra fram, at hetta fer at lætta um hjá føroysku familjunum. Ja, hvør ynskir ikki, at gerandisdagurin hjá føroysku familjunum verður lættari? Men Jørgin, løgmaður og øll tit, ið sita og royna at skapa eina samgongu: Tit skulu ikki brúka peningin hjá okkara limum at fíggja tykkara skattalætta við. Dugnaligir, umsorganarfullir og ábyrgdarfullir politikarir eiga tey næstu árini at kunna lætta um okkara gerandisdag við at gera røttu raðfestingarnar, neyðugu inntrivini og spara á rætta stað. |