|
Majbritt Mohr, forkvinna ķ Almanna- og heilsurųktarafelagnum
Hvķ arbeiša kvinnur nišursetta tķš?
Vinnuhśsiš setur į heimasķšu sķni spurningin: Hvķ arbeiša fųroyingar nišursetta tķš? Vinnuhśsiš svarar so vķšari ķ greinastubbanum, at orsųkin helst er at finna ķ skattaskipanini. Vķst veršur eisini į, at ķ hinum noršurlondunum arbeiša uml. 36 % av kvinnunum nišursetta tķš, mešan ķ Fųroyum arbeiša 52 % av kvinnunum nišursetta tķš.
Eg fari at loyva męr at ivast ķ hesum pįstandinum; at kvinnur ķ Fųroyum arbeiša nišursetta tķš orsakaš av skattatrżstinum. Og vil fegin spyrja, um nųkur kanning er gjųrd, sum vķsir į hesa orsųkina?
Limirnir ķ Almanna- og heilsurųktarafelagnum eru m.a. heilsurųktarar ella sjśkrahjįlparar. Flestu teirra eru settir ķ almanna- og heilsuverkinum og arbeiša nišursetta tķš.
Tį iš vit spyrja limirnar, hvķ teir arbeiša nišursetta tķš, er svariš aloftast, at arbeišiš er kropsliga og sįlarliga tungt! Taš merkir millum annaš, at tey flestu arbeiša skiftisvaktir (dag, kvųld og nįtt) og vikuskiftisvaktir, og ųll gransking vķsir, at hetta er sera slķtandi. Kanningar śr tildųmis Norra vķsa eisini, at stórur partur av teimum, iš arbeiša nišursetta tķš har, arbeišir ķ skiftisvaktum. Taš at rųkta (sįlarliga) sjśk og gomul er kropsliga tungt og kann eisini vera tyngjandi sįlarliga. Arbeišiš hevur viš sęr tętt menniskjaligt og kensluligt samband, og menniskjalagnurnar, tś hittir ķ arbeišinum, kunnu įvirka teg nógv. Nųkur starvsfólk ynskja at arbeiša nišursetta tķš, tķ tey ķ stųrri mun vilja planleggja vikuna sjįlv. Tey arbeiša kanska trķggjar dagar fast og kunnu so takka ja ella nei, tį iš taš veršur ringt eftir teimum; alt ķ mun til hvųrjar ętlanir tey annars hava fyri vikuna.
Nakrir limir hava tó gjųrt vart viš, at teir vilja arbeiša fulla tķš. Men bara heilt fį heilsustarvsfólk sleppa taš, tķ tess fleiri parttķšarfólk, arbeišsgevarin hevur ķ arbeiši, jś lęttari er at leggja til ręttis arbeišsętlan. Somuleišis stendur ikki į at fįa hesi parttķšarsettu at arbeiša eyka, tį iš sjśka ella annaš ger, at brśk er fyri fólki.
Sambęrt hk.dk vķsir uppgerš frį Eurofound (2010), at 38% av donskum kvinnum arbeiša nišursetta tķš, og dn.no vķsir ķ frįgreišing frį Fafo (2010) į, at 41,5% av norsku kvinnunum arbeiša nišursetta tķš. 54% av fųroysku kvinnunum arbeiša nišursetta tķš.
Vit kunnu spyrja okkum sjįlv, hvķ so nógvar fųroyskar kvinnur arbeiša parttķš: Finnast fulltķšarstųrvini ikki? Rašfesta fųroyskar kvinnur annašleišis enn kvinnur ķ hinum noršurlondunum? Brśka tęr meiri tķš upp į bųrnini og heimaarbeiši, enn kvinnur uttanlands? Um so er, er taš so eitt tilvitaš val? Ella er taš sśr skylda, tķ mašurin skal śt at realisera seg og gera karrieru? Ella er vališ um nišursetta tķš als ikki tilvitaš? Er taš bara soleišis, tķ soleišis hevur taš altķš veriš?
Almanna- og heilsurųktarafelagiš vil herviš bišja landsins mynduleikar kanna, hvķ fųroyskar kvinnur arbeiša nišursetta tķš. Vit eru uttan iva fleiri, iš vilja vita veruligu orsųkina, heldur enn bara at gita.
|