|
Búmerkjakapping
Í sambandi við at Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag verða eitt felag í vár (Heilsurøktarafelagið), bjóða vit øllum limum at senda inn uppskot til búmerki. Búmerkið skal m.a. brúkast á heimasíðu, brævpappíri, plakatum, lýsingum og øðrum lutum hjá felagnum.
Støddin á tekningini skal vera uml. 21x29cm (A4). Møguleiki er at tekna við hond ella á teldu. Búmerkið skal vera á hvítari bakgrund, og má kunna minkast í stødd til uml. 1,5x1,5 cm. Búmerkið skal vera egnað at prenta í svørtum/hvítum.
Tekningarnar skulu ikki vera signeraðar, men eitt fýrasiffrað tal verður sett við lítlum í niðasta vinstra hornið á tekningini. Navn, bústaður og telefonnummar verður lagt hjá í afturlatnum brævbjálva, sum hevur sama tal sum á tekningini.
Allir limir kunnu senda inn uppskot til kappingina. Uppskotini skulu vera Almanna- og heilsurøktarafelagnum og Føroya Psykiatrifelagi, J. Paturssonar gøtu 24, 100 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. apríl 2012 kl. 12.00.
Nevndirnar, saman við einum serkønum fólki útifrá, velja millum innkomnu uppskotini.
Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag tilskila sær rætt til at velja frítt millum innkomnu uppskotini, ella onki at velja. Somuleiðis tilskila feløgini sær rætt til at broyta ella nýta partar av innkomnu uppskotunum.
Á aðalfundinum 21. apríl verður búmerkið avdúkað, og vinnarin fær tveir flogferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways. |