Samandráttur frá ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 19. septembur 2011 við heitinum

 

”Harðskapur í familjuni”

 

Kirsten R. Hermansen, Børn og unge i voldsramte familier sigur, at 22.000 børn eru registrerað at búgva í harskapsraktum familjum í Danmark. Politii meinar tó at talið kann gangast við tvey.

Hon nevndi eisini at 40.000 ung liva í harligum parlagi, 12.000 menn og 28.000 kvinnur.

Tað eru fleiri sløg av harskapi: Sálarligur, likamsligur, seksuellur og økonomiskur harðskapur.

 

Helene Oldrup, Phd. greiddi frá, at avleiðingarnar av harðskapi móti børnum eru nógvir.

Teir kunnu vera:

·         Sálarligir

·         Sosialir

·         Likamligir

Somuleiðis kann:

·         Innlæring og spæl vera ávirkað

·         Samskifti vera trupult

·         Atferðin vera ávirkað

·         Trupulleikar í skúlanum vísa seg ofta

Langtíðaravleiðingar eru t.d.

·         Langtíðar arbeiðsloysið

·         Fyritíðarpensión

·         Sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir

·         Sálarligar sjúkur

·         Kriminalitetur

·         Barnasakir

·         Misbrúk

·         Deyði

Harðskapur er eitt tabu evni og er ringt at tosa um.

 

Rigmor Napoleonsdóttir Arge, aut. sálarfrøðingur. Rigmor tosaði um kynsligan og harligan ágang á børn og avgerandi leiklutin hjá okkum vaksnu.

Tora vit at hoyra og síggja veruleikan? Spyr, tosa og lurta eftir barninum.

At hyggja eftir:

·         Kynsligu atferð og kynsliga málinum

·         Broyttari atferð, afturgongd

·         Tunglyndi, sorg, sjálvskaðing og sjálvmorð

·         Ongum ella lítlum vøkstri

·         Skinklandi gongulagi, bláðum merkjum ( lør, lendar, andlit )

·         Svøvntrupuleikar, marra

·         Ótti fyri nærleika, ótti fyri summum vaksnum og summum støðum

·         Pissa í song, kukka í buks, bløðrubruna

·         Vaml fyri summum mati

·         Sár, bløðingar, eksem í undirlívinum

 

Henrik Munkholm, leiðandi serfrøðingur í Danmark í at viðgera harðligar menn.

Harðskapur er, tá ið ein persónur yvirtraðkar mørkini hjá einum øðrum persóni í móti teirra vilja.

Faktorar sum útloysa harðskap: Ósemjur, sms´ir, strongd, sex, jalousi, rúsdrekka/rúsevni.

Orsakir til harðskap:

·         Klárar ikki at siga frá/seta mørk

·         Samstarvar ov nógv ella ov leingi

·         Følir ikki hann er sæddur, hoyrdur ella viðurkendur

·         Manglar innlit í, hvussu menn og kvinnur eru ymisk

Grundleggjandi persónligir trupulleikar:

·         Lágt sjálvsvirði

·         Vánaligt samskifti

Ofta tengt at arvi og umhvørvi.

 

Kann tað boytast?

JA

·         Við rættari motivatión

·         Við broyttum fokus

·         Við succesupplivingum

 

 

Tóra Petersen, cand. psyk og Phd-lesandi vísti á at PTST, ella post traumatisk strongd oftari enn hildið elvir til likamligar og sálarligar trupulleikar so sum ótta, tunglyndi og rúsevnismisnýtslu. Kanningar vísa, at í Føroyum eru fleiri sum hava upplivað trauma og hava tekin upp á PTSD enn t.d. í Danmark og Íslandi.

Hetta er bert ein lítil partur av tí, sum varð sagt á hesi ráðstevnu, sum var sera hugtakandi. Her vóru nógv vitandi fólk og eldsálir innan teirra økið. Um onkur hevur hug at vita meir, ber at síggja allar framløgurnar her http://www.vmr.fo/Default.aspx?ID=6855&PID=25941&NewsID=3859  á  heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum.

 

 

Eg eri sera glað fyri, at eg hevði møguleika at vera við hendan dagin.

Vinarliga

Róa Midjord, heilsurøktari í stuðulstænastuni.