Tórshavn 3. desembur 2011

 

Gott fundarfólk!

Eyðmýking og vónloysi. Hesar kenslur raktu okkum borgarar, tá ið landsstýrissamgongan avdúkaði skatta- og pensjónsætlan sína. Eyðmýkjandi kendist tað, at ein meiriluti av okkara kosnu monnum og kvinnum tordi at hugsa fram slíkt órættvísi. Og vónleyst kann tað kennast at stríðast ímóti, tí arrogansan tykist fullkomin. Men vit mugu ikki lata okkum hetta lynda!

 

Tað er eitt grundleggjandi brot á alla fólkaligheit, at samgongan ætlar sær at skatta okkara uppspardu pensjónskrónur frammanundan. Hetta er pengar, sum vit onga atgongd hava til, fyrr enn vit verða pensjónistar, og tí skulu myndugleikarnir halda seg langt burtur frá teimum, til teir verða útgoldnir; akkurát sum tað er galdandi fyri lønarútgjald. So, Kaj Leo Holm Johannesen, Jørgen Niclasen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana: Fingrarnar burtur frá tí, sum tit ikki eiga nakað í!

 

Tað kveikir vónloysi millum okkum løntakarar, at politikarar, orsakað av síni egnu vanstýring, nú ætla sær at eyðræna okkara uppspardu pensjón, tí teir millum annað ikki tora at áseta rímulig tilfeingisgjøld fyri ríkar reiðarar. Hetta má steðgast í stundini, annars verða Føroyar avfólkaðar. Vit sóu tað í sjónvarpinum í vikuni, at longu nú tosa fólk í øllum aldri um at stinga í sekkin og flyta úr okkara elskaða landi; bara orsakað av vanlukkuligu ætlanini hjá landsstýrinum.

 

Eg tók synd í landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tá ið hann í Degi & viku royndi at seta kílar ímillum tey alment løntu. Hann vildi hava tey frægast løntu í almenna geiranum at fara niður í løn í samhuga við tey lágløntu; hetta tí at flatskattaskipanin fór at geva teimum frægast løntu meiri burturúr. Men landsstýrismaðurin nevndi ikki eitt einasta orð um tey mongu háløntu, sum eru á privata arbeiðsmarknaðinum. Nei, har var einki krav frá Jørgeni Niclasen um, at bankastjórar, tryggingastjórar, skipamiðjustjórar, alistjórar og oljustjórar skulu vísa samhuga. Nei, hesir skulu skúma róman og eiga alla ta leysgivnu keypiorkuna sjálvir. Soleiðis kann man skapa eitt stættarsamfelag. Ja, ella so lætt er tað at bróta niður eitt samhaldsfast samfelag, sum tað hevur tikið áratíggju at bygt upp. Hesi ríku fólk fara sum frálíður at kunna leggja enn størri ognir undir seg, tí vanligi løntakarin ikki megnar at vera við í kappingini. Og áðrenn vit vita av, hevur flatskattaskipanin hjá føroysku fýrkleyvarastjórnini avtoftað Føroyar.

 

Gott fundarfólk: Eg spyrji okkum øll, sum ein: Nær hava vit fingið nóg mikið? Tá ið landsstýrið um eitt hálvt ár kanska sigur, at nú skulu pensjónirnar ikki skattast við 40 prosentum men við 45? Tá ið landsstýrið um eitt ár finnur útav, at lønirnar hjá okkum skulu lækkast? Ella hava vit fingið nokk, tá ið onkur privatur bankastjóri við stórum flatskattayvirskoti dukar á dyrnar og keypir okkum út úr okra egnu húsum? Nei, vit skulu í felag siga, at er nóg mikið!

 

Majbritt Mohr,

forkvinna fyri

Almanna- og heilsurøktarafelagið