Limafundur verður í Jákupsstovu, J. Paturssonar gøtu 24 í morgin mikukvøldið 22. februar kl. 19.30.
Skrá:
Nýggju viðtøkurnar fyri nýggja felagið Heilsurøktarafelagið.
Ætlanin fyri tilgongdina fram til aðalfundin leygardagin 21. apríl verður løgd fram

Allir limir fáa høvi at gera viðmerkingar til viðtøkurnar, sum eisini verða lagdar á heimasíðuna hósdagin. Viðmerkingarnar skulu vera okkum í hendi mikudagin 29. februar.

Í sambandi við at Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag verða eitt felag í vár (Heilsurøktarafelagið), bjóða vit øllum limum at senda inn uppskot til búmerki.
Av tí at ov fá uppskot til búmerki komu inn, verður freistin at lata inn longd til týsdagin 10. apríl 2012.
Á aðalfundinum 21. apríl verður búmerkið avdúkað, og vinnarin fær tveir flogferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Les meira

Samandráttur frá ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 19. septembur 2011 við heitinum ”harðskapur í familjuni”.

Ársinsheilsurøktari/sjúkrahjálpari

Anna Mortensen, sjúkrahjálpari á B7, bleiv týsdagin 20. desembur yvirraskað meðan hon var til arbeiðis á B7. Anna fekk hendan dagin heiðurin at vera ársins sjúkrahjálpari. Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum, handaði Annu eina gávu frá felagnum.

Anna var ógvuliga rørd og takksom, og vit eru sera fegin um at kunna geva Annu hendan heiðurin.

Um Annu segði uppskotstillarin m.a.: AnnaMortensen er yvir trýs ár og hevur nú í nógv ár ótroyttiliga arbeitt innan apoplexi økið. Fyrst á pleygudeildini og síðani á B7. Hon er altíð fryntlig, og gongur við lív og sál upp í arbeiðið at fáa sjúklingarnar so gott sum sjálvhjálpnar aftur.Tá hon ikki er til arbeiðis spyrja sjúklingarnar eftir henni. Anna hevur lært meg nógv innan hetta økið, og hevur hon uppiborið eina viðurkenning.

Anna Mortensen, ársins heilsurøktari/sjúkrahjálpari 2011

Sí fleiri myndir í myndasavninum


Røða hjá Majbritt Mohr, forkvinnu í Almanna- og heilsurøktarafelagnum, hildin á Vaglinum til mótmælisgonguna, "Hertak Vaglið", 3. desembur 2011

Tað kveikir vónloysi millum okkum løntakarar, at politikarar, orsakað av síni egnu vanstýring, nú ætla sær at eyðræna okkara uppspardu pensjón, tí teir millum annað ikki tora at áseta rímulig tilfeingisgjøld fyri ríkar reiðarar. Hetta má steðgast í stundini, annars verða Føroyar avfólkaðar. Vit sóu tað í sjónvarpinum í vikuni, at longu nú tosa fólk í øllum aldri um at stinga í sekkin og flyta úr okkara elskaða landi; bara orsakað av vanlukkuligu ætlanini hjá landsstýrinum.

Les alla røðuna


Fullkomin arrogansa
Arrogansan frá samgonguni erfullkomin! Frámælið frá fíggjarmálaráðnum ogpensjónsnýskipanarbólkinum verður ikki tikið til eftirtektar.Nei, samgongan heldur fram at arbeiða við uppskotinum, og í vikunisegði Jørgin enn einaferð, at miðað verður ímóti at seta íverk flatskattaskipanina á nýggjárinum. Les grein!

Fingrarnar vekk......

Verður tað nú veruleiki, at politikarar fara inn at pilka við tær avtalur, ið eru gjørdar, er hetta so stórt inntriv í okkara tryggleika, at vit kunnu als ikki kenna okkum trygg við, at politikarar ikki um fýra ár ella seinni fara innaftur at pilka við eitthvørt í hesum avtalum, sum pensjóns- og fakfeløg hava.

Les alt

Sí yvirlit yvir álitisfólkini, sum vald eru í heyst!

Hví arbeiða kvinnur niðursetta tíð?

Vit vita tað ikki, men kunnu gita.
Tí heitir Almanna- og heilsurøktarafelagið á landsins mynduleikar um at kanna hesi viðurskifti.

Les viðmerking!


Arkiv